Hesa seinastu vikuna, hava Repo saman við VMK staðið fyri uppsetingini av Vision skipani á Pelagos í Fuglafirði. Hettar hevur við sær, at flakamaskinan nú koyrur sjálvvirkin, so tørvur ikki er á, at hava fólk standandi støðugt við maskinuna. Henda framkomna skipanin gevur teimum greiðar upplýsingar um framleiðsluna, ið gevur eina greiða ábending um, hvussu stillingar og úrtøka kunna gerast betur.