
Rógvi Rasmussen er nú partur av REPO toyminum
Í meira enn 20 ár hevur hann starvast hjá MEST, har hann millum annað var goymsluleiðari á deildini í Runavík, og seinnu árini arbeiddi við innkeyp og sølu. Rógvi hevur drúgvar royndir sum tænastuveitari til vinnuna og holla vitan innan pneumatik, flutningsbond, gear og el-motor og mangt annað. Við Rógva í toyminum, klára vit enn betur at lyfta ymisku uppgávurnar fyri kundar okkara.
Vit ynskja Rógva hjartaliga vælkomnan í REPO.